Søgur sum skulu sigast um fimmhundra ár.
 
Søgur úr Føroyum
Óskrivaðar søgur.
Óskrivaðar søgur.

Heimasíðan minnir er ein roynd at fáa søgur úr føroyum frásagdar av fólki sum hava slíkar liggjandi í minni.

 

Vit tonkja stuttar,sum langar søgur íð ikki eru festar á blað alment enn.

 

Søgur um íbygdar steinar um staðarnøvn og hví staðið fekk hetta navni.

 

Ella bara ein søga um eitt ella anna frá gomlum døgum av.

 

Meiningin er at tað kunnu sendast søgur til mín um teldupost ella senda tær við postinum.Men helst sum teldupost.

 

Veitst tú onkran sum tú heldur vil siga eina søgu er tú vælkomin at senda mær ein teldupost.Send mær eitt tlf.nummar vit kunnu ringja til so vit kunnu snakkað við ein slíkan persón sjálv.

Send ein teldupost:

egminnist@gmail.com

Sundurgreinan av økjum
Økir

Eg havi deilt Føroyar upp í 3 økir:

 

Norðvesturøkið sum er Streymoy og Vágoy við smáoyggjum.

 Norðeysturøkið sum er Eysturoy og Norðoyggjar

 Suðurøkið sum er Sandoy og Suðuroy við smáoyggjum.

 

Send eina søgu til:

egminnist@gmail.com

 
Skriva tað tú manglar í boksina beint undir her:
site search by freefind
30/01-10
Besta søgan higartil

Keldan.

Eystanfyri Rivtangan undir Ambadali kemur ein kelda út úr berginum.

Klúgvast kann við einum sera góðum vilja niður til kelduna.Har er sera illbart at klúgva.Allan vegin niður er vátlendi ella hella.

Søgnin sigur at keldan bleiv brúkt av landsmonnum í ellisdøgum sum straffavsetan.

Søgan er at ein maður sum hevði stolið fekk tveir kostir í at velja tá hann bleiv dømdur.

Annar var at klúgva niður til kelduna og fylla eina húðaspann við vatni og hetta valdi hann at gera.

Maðurin byrjar at klúgva niður og eftir langa tíð kom hann uppaftur við spannini fullari av vatni úr kelduni.Hann rættur glaður dómaranum spannina.

Tá sær dómarin at hann bara hevur ein vøtt á hondunum og spyr:

"Hvar er vøttur sum tú hevði á høgru hond tíni tá tú fór níður"?

"Hann mann hanga í glerinum niðri við kelduna",svaraði tjóvurin.

Hann fyltist nú við angist tá dómarin segði:

"tú skalt koma uppaftur í sama líki tú fór niður í!"Tú mást fara niðuraftur eftir vøttinum áðrenn eg sleppi tær undan dóminum.

Maðurin fór nú aðru fer tann dagin niðuraftur í kelduna,men tá hann var komin niður tók til at skýma og hann fann ikki vegin uppaftur og datt oman og doyði.

-T.A

http://minnir.mono.net/
Lav din egen hjemmeside med mono.net